Børkumura ella børkuvísa (frøðiheiti Potentilla erecta) verður 6-20 cm høg. Hon veksur á hagalendi og í gjáum, har hon gerst nógv størri. Hon blómar í juni og juli. Henda planta veksur so at siga um alla Evropa, og í Asia eystur undir Altai-fjøllini. Hon er eisini á Azorunum. Men í Íslandi veksur hon helst ikki. Nicolai Mohr (1786) sigur, at hann hevur ikki rakt við hana, og vísir á, at plantufrøðingurin Johann Gerhard Kønig, ið savnaði íslendskar plantur til bókna Flora Danica í árunum 1765 til 1766, hevur heldur ikki rakt við hana, men Eggert Ólafsson tekur til í bók síni Reise gennem Island, ið kom út í 1722, at hon mundi vera har “skønt sjælden, på Sønderlandet.” Ostenfeldt & Grøntved nevna hana ikki at vaksa í Íslandi í bók síni um føroyska og íslendska floru frá 1934.
Jarðleggurin, børka nevndur, er førur, sevjumikil, døkkbrúnur, barkkendur. Loftleggirnir jarðbendir, síðani rættir upp. Stovnbløðini stelklong, 3-5 fingrut, grovtent. Leggbløðini óstelkað, 3-fingrut við stórum akslabløðum. Blómurnar á longum leggum frá blaðgripunum, gular. Krúna og bikar 4-deild. Smáfruktirnar nøtir. Øll plantan oftast mjúkhærd. Fleiri blómuberandi leggir, ið eru liggjandi til uppbendir. Í haga og bø.