dcsimg

Afrikanskur skógarfílur ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages

Afrikanskur skógarfílur (latín: Loxodonta cyclotis) er ein Afrikanskur fílur ið heldur til í skógunum í Kongolægdini. Hesin fílur var fyrr mettur at vera eitt undirslag av Afrikanska Runnafílinum (Loxodonta africana), men ein vísindalig kanning í 2010 staðfesti at talan er um tvey ymisk sløg. Hin umstríddi Dvørgafílurin (Pygmy Elephant) í Kongolægdini, ið ofta hevur verið mettur at vera eitt egið slag (Loxodonta pumilio) av kryptozoologum, er helst bara vanligur Skógarfílur ið er lágvaksin og/ella tíðliga búgvin vegna umhvørvisligar umstøður.

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors